Innanlands

Nýggj vísindagrein um bakteriusamfeløg hjá rognkelsum

Úrslitini vísa, at bakteriusamfeløgini á tara- og plastikk- skjólum eru sera ymisk og at fleiri sjúkuelvandi bakteriur vóru at finna á skræðuni hjá rognkelsum, sum høvdu plastikkskjól

Landafrøðiliga staðsetingin av arbeiðsøkinum og royndaruppseting í Froðba

Landafrøðiliga staðsetingin av arbeiðsøkinum og royndaruppseting í Froðba

2025-09-21 10:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Firum: Nýggj vísindagrein um bakteriusamfeløg hjá rognkelsum komin út í vísindaliga tíðarritinum PlosOne.

Ása Jacobsen, Agnes Mols Mortensen, Kirstin Eliasen, Elin Egholm, Marner Nolsøe og Ása Johannesen hava givið út vísindaligu greinina í tíðarritinum PlosOne.

Granskarar á Firum hava kannað bakteriusamfeløg á skræðu og í táknum hjá rognkelsum í aliringum. Samanberingar vórðu gjørdar ímillum rognkelsi, sum høvdu tara ella plastikk sum skjól í upp til tríggjar mánaðar. Skjólini sjálvi vórðu eisini kannað. Úrslitini vísa, at bakteriusamfeløgini á tara- og plastikk- skjólum eru sera ymisk og at fleiri sjúkuelvandi bakteriur vóru at finna á skræðuni hjá rognkelsum, sum høvdu plastikkskjól. Vælferðarkanningar vístu ongar munir, so týdningurin av bakteriusamfeløgum má kannast undir øðrum umstøðum, sum til dømis undir strongd ella yvir longri tíðarskeið.

Granskingin varð partur av verkætlan, sum snúði seg um hvussu taraskjól kunnu ávirka lúsaát hjá rognkelsum umvegis betri vælferð og broytta atferð. Lúsaátið varð ikki ávirkað av slagnum av skjóli í hesum førinum. Verkætlanin er fíggjað av norska grunninum FHF og útførd í samstarvi við Bakkafrost og Tari.

Greinin ber enska heitið: “Effect of plastic and seaweed shelters on the skin microbiome of lumpfish Cyclopterus lumpus used as cleaner fish in aquaculture pens”

Greinin kann lesast í tíðarritinum PlosOne her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder