
Ársfundurin í NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization) er júst liðugur. Hann varð hildin í Halifax í Kanada í døgunum 15. til 19. september, skrivar Fiskivinnu og samferðslumálaráðið á netinum.
Støddin á toskastovninum á Flemish Kap hevur verið skiftandi, síðani latið varð uppaftur fyri fiskiskapi í 2010. Limalondini eru samd um at lata toskastovnin koma fyri seg við at hava eitt varligt veiðitrýst.
Nýggja fyrivarnis-meginreglan vísir, at stovnurin er væl fyri, og NAFO-Vísindaráðið mælti tí til eina hækking av mest loyvdu veiðu, sum samstundis tryggjar, at veiðan framhaldandi er burðardygg.
NAFO-limalondini samdust um eina hækking upp á 21,7 prosent, og mest loyvda veiðan varð ásett til 15.360 tons fyri 2026. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35 prosent, og verður føroyski parturin sostatt 3.433 tons, samanborið við 2.819 tons í ár. Smærru kvoturnar av svartkalva og kongafiski eru tær somu, ávikavist 187 tons og 69 tons.
Kanada lat í fjør upp aftur fyri fiskiskapi eftir toski á Grand Bank, har veiðibann hevur verið síðani 1993. Kanada hevur eina kvotu á 95 prosent av mest loyvdu veiðu. Føroyar hava eina kvotu upp á 40 tons í 2026, samanborið við 20 tons í ár.
Rækjustovnarnir á Flemish Kap og Grand Bank hava trupult við at koma fyri seg. Veiðibann hevur verið á Grand Bank síðan 2015 og á Flemish Kap síðan 2022. Limalondini vóru samd um at halda áfram við veiðibanninum, eins og vísindaráðið mælir til. Kanningar vísa tó, at rækjustovnurin í kanadiskum sjógvi er vaksandi og útbreiðsluøkið broytt. Vísindaráðið fyrireikar nýggja stovnsmeting, og eitt tilmæli um rækjuveiðu á Grand Bank til næsta ársfund.
Føroyska sendinevndin var mannað við umboðum úr Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, Vørn, Føroya Reiðarafelag og Felagnum Línuskip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald