2025-09-22 17:23

Ango landaði í síðstu viku í Íslandi, Christian í Grótinum landaði í Fuglafirði áðrenn vikuskiftið, Finnur Fríði hevur júst landað og Høgaberg kom inn í dag.
Ango landaði í síðstu viku 850 tons av svartkjafti í Fáskrúðsfirði í Íslandi, sum skipið hevur fiskað í íslendskum sjógvi.
Christian í Grótinum kom inn við 2.700 tonsum av svartkjati, sum skipið landaði til Havsbún, og Finnur Fríði hevur júst landað 1.175 tons av svartkjafti til Havsbrún.
Høgaberg kom inn stutt eftir døgurða við 1.300 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald