Uttanlands

Myndir: Nærkast til Sjúrður Tollaksson verður sleipaður til Skagen

Nýbygningur nummar 486 hjá Skagen Skibsværft er við at vera liðugur og er nú málaður

Sjúrður Tollaksson (Mynd: Karstensens Skibsværft)

Sjúrður Tollaksson (Mynd: Karstensens Skibsværft)

2025-09-22 12:52 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Skrokkurin av nýggja trolaranum hjá Varðanum, Sjúrður Tollaksson, er um at verða liðugur.

Skipið er 44,10 metrar langt og 11,5 metrar breitt, og kemur í føroyska flotan, har hesin trolarin og systurskipið, sum Framherji letur byggja á somu skipasmiðju, skulu avloysa Rók og Lerk.

Skrokkurin verður sleipaður til Skagen um hálvan oktober, har skipið verður gjørt liðugt.

Karstensens skipasmiðjan hevur tikið hesar myndirnar av skrokkinum í góðveðrinum í Pólandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder