2025-12-24 10:58
Í morgun, jólaaftansmorgun kom Sleipibáturin Serval M/s á Skála við skrokkinum til nýggja frystitrolaran, sum MEST komandi summar skal lata Varðanum. Trolarin skal nú gerast liðugur á Skála, og fær hann tá navnið Dunga Jákup M/tr.
Sleipið byrjaði úr Gdansk 12. desember og hevur gingið væl, hóast krokað varð nakrar fáa dagar í Kristiansand.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald