Innanlands

Springar fara tvørtur um Atlantshav eftir føði

Nýggj kanning av springarum, sum eru merktir við GPS-loggarum í Føroyum, gevur heilt nýggja vitan um springarar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-16 11:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Við hjálp av GPS-loggarum  er nú á fyrsta sinni fingið innlit í, hvussu ferðingarmynstrið hjá springarum, sum eru merktir á føroyska landgrunninum, er. Hesi úrslit eru víst í nýggjari grein, útgivin av tíðarritinum Frontiers in Marine Science.

Loggingarnar vístu, at springararnir spjaðast skjótt eftir merking, ólíkt grind, sum heldur saman í bólki.

Sum kanska væntað, ferðast springararnir nógv kring Landgrunnin og í Hetlandsrennuni. Meira forkunnugt er, at fleiri springarar hava miðvísa kós vestur í hav, tá komið er út á heystið. Teir svimja sunnan fyri Ísland, vestur á landgrunnin við Eysturgrønland, og ferðast so suður í ein meldur, miðskeiðis í Irmingerhavinum.

Sera sterkir og kaldir vindar skapa nógva vertikala blanding á hesum leiðum, sum so aftur økir um mattilfeingið upp gjøgnum vatnsúluna. Og springararnir kava djúpt. Ofta djúpari enn 400 metrar, og ein kom heilt niður á 616 metrar, sum er met.

Hetta er fyrstu ferð, at slík trans-Atlantisk ferðing er ávíst fyri springarar. Greinin gevur týdningarmikla vitan, sum er fyritreyt fyri burðardyggari umsiting av springarastovninum í einum Norðuratlantshavi, sum er merkt av verðurlagsárini, skrivar Havstovan.

Arbeiðið er fíggjað av verkætlanini TOPLINK, ið er partur av granskingarskránni MARiNAO, umsitin av Granskingarráðnum.

Greinin í Frontiers in Marine Science sæst her


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder