Innanlands

Trolarin hjá Thor Fisheries fingið navnið Kúrberg

Thor Fisheries yvirtók í síðstu viku fyrrverandi íslendska trolaran Ljósafell

Kúrberg (Mynd: Gorm Niclassen)

Kúrberg (Mynd: Gorm Niclassen)

2026-05-04 13:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Thor hevur keypt íslendska trolaran Ljósafell, sum hevur fingið navnið Kúrberg og heimstað í Tórshavn. 

Reiðaríið Thor í Hósvík hevur keypt íslendska trolaran Ljósafell, sum er blivin avloystur av einum nýggjari trolara.

Tað váttaði Hans Andrias Kelduberg, reiðari í síðstu viku, og nú er skipið skrásett í føroyska flotanum og hevur fingið navnið Kúrberg.

Thor eigur longu ein trolara, sum hevur havt hetta navnið, men tann trolarin eitur nú Gamli Kúrberg. 

Gamli Kúrberg liggur í Esbjerg, har trolarin hevur ligið seinastu árini.

Kúrberg hevur ikki nakað fiskiloyvi ella veiðuloyvi, men hetta verður ivaleyst flutt yvir frá Gamla Kúrberg. 

Hvat Thor hevur keypt trolaran fyri vita vit ikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder