Innanlands

Gamal og góður

Eg trúgvi at framtíð er í hesum skipi, hóast sín høga aldur. Tað er liviligt umborð og manningin hevur støðast væl, sigur skiparin á Núpi, Johan Jacobsen

Símin Høgnesen og Johan Jacobsen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Símin Høgnesen og Johan Jacobsen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-11-30 06:58 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Fá ísfiskalínuskip eru eftir á føroyagrunninum. Eitt teirra er Núpur, sum er bygdur í Norra í 1960, og harvið er 62 ára gamal. Núpur landaði í Klaksvík í farnu viku. Teir høvdu góð 70.000 pund eftir tíggju døgum. Teir høvdu roynt norðanfyri og meginparturin var hýsa og toskur.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð við jólapakkum og hevði eitt Guds orð og bøn. 

Hann fekk tá eitt stutt prát við skiparan Johan Jacobsen, sum m.a. segði:

-Hóast Núpur, fyrrverandi Klakkur, er elsta stállínuskip á føroyagrunninum, so er hann eitt gott skip og í góðum standi. Ymiskt er gjørt við skipið gjøgnum árini, hann er væl røktur og alt riggar umborð, sigur hann.

-Eg trúgvi at framtíð er í hesum skipi, hóast sín høga aldur. Tað er liviligt umborð og manningin hevur støðast væl. Verður fiskur at fáa, so kann Núpur sigla mong ár afturat, sigur Johan. Hann fær játtandi undirtøku frá stýrimanninum Símin Høgnesen.

-Vit takka fyri jólapakkarnar, sum mennirnir fegnast um. Nú havi eg ikki verið við hesum skipi í desembur, men tey skip, eg havi verið við, hava lagt stilt uppi undir landi, tá liðugt er at vaska skipið á síðsta túrinum áðrenn jól. So hevur kokkurin borðreitt við jóladøgurða og rísalamangi áðrenn jólaløtuna við jólapakkum. Eg rokni við, vit koma at gera tað á sama hátt, sigur Johan.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Meira frá Sjómansmissiónini sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder