2023-05-17 07:24
Uppsjóvarskipið, Gamli Jupiter úr Kollafirði, hevur landað 2.000 tons av svartkjafti til Havsbrún.
Gamli Jupiter hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Fleiri av uppsjóvarskipunum hava nú fiskað kvotuna fyri í ár, men tó eru nøkur fá, sum enn fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald