2023-05-08 10:28
Uppsjóvarskipið, Gamli Jupiter, hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og setti í gjár kós móti Íslandi, har veiðan skal landast.
Gamli Jupiter hevur 2.200 tons, sum skulu landast til Loðnuvinnsluna í Fáskrúðsfirði, har skipið kom í nátt.
Fleiri skip hava biðið um landingartørn hjá Havsbrún í Fuglafirði, og tí varð avgerð tikin um at fara til Íslands at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald