Uttanlands

Gamli Næraberg farin aftur til fiskiskap eftir eldsbruna

Arbeiðið hevur tikið níggju mánaðir, men nú er gamli Næraberg, sum kallast Alina í dag, farin aftur til fiskiskap

Alina er fyrrverandi Næraberg, sum kom í føroyska flotan í 2014, og varð selt av landinum aftur í 2021.

Alina er fyrrverandi Næraberg, sum kom í føroyska flotan í 2014, og varð selt av landinum aftur í 2021.

2023-03-25 20:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í mai mánaða í fjør, at eldur kom í Alinu, sum er gamli Næraberg og hevði heimstað í Klaksvík.

Verksmiðjuskipið var til fiskiskap útfyri Marituania, tá ið skipið sendi út neyðarkall, tí at eldur var í skipinum.

Tað gekk skjótt, og longu ein tíma seinni vóru fleiri skip komin mannigini til hjálpar, og manningin varð øll flutt av Alinu. Eingin av manningini fekk skaða undir eldsbrunanum.

Tað eydnaðist at sløkkja eldin, og seinni sigldi við egnari megið til IJmuiden í Hollandi, har skipið er umvælt seinastu tíðina, og nú klárt til fiskiskap aftur.

At síggja til, er tað ikki tann heilt stóri munurin, men øll brúgvin er umvæld umframt meginparturin av rúmunum, har manningarnar halda til eisini eru umvæld aftur.

Alina loysti aftur síðsta leygardag, og er nú til fiskiskap eftir svartkjafti vestanfyri Írlaandi.

Skipið kom í Føroyska flotan í 2014, tá ið tað varð keypt úr Hollandi. skipið fekk navnið Næraberg, og avloysti eitt eldri og minni verksmiðjuskip, sum samstundis varð selt av landinum.

Í oktober í 2021 seldu eigararnir skipið av landinum, av tí at teir ikki fingu lønandi rakstur í skipið.

Kvoturnar vórðu fluttar yvir á Borgarin og Norðing, sum reiðaríið eisini eigur.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder