2021-08-12 10:51  
  
  Nú er partur av útgerðini til teir lokaðu aliringarnar hjá Hiddenfjord komin á bryggjuna á Skála. Talan er um sera stórar stálkonstruksjónir, sum MEST fer at seta saman á bryggjuni á Skála komandi vikurnar.
Talan er um tríggjar lokaðar ringar uppá 15.000 rúmmetrar, sum verða uppbygdir við eini rundari stálkonstruksjón og eini sterkari presending. Innilokaðu ringarnir verða settir út í Sørvágsfirði og skulu ætlandi verða til við til at minka um vandan fyri laksalús.
Fyrstu eindirnar verða væntandi settar úr á Sørvágsfirði í oktober.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/08/12/gallery-thumbnail/1628760899fslajqyrgo.jpg)
(Mynd: MEST)
Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, greiddi týskvøldi frá ætlaninini í Degi og viku
 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald