- Takk fyri jólapakkarnar, hóast vit ikki vera umborð á jólum. Vit vera avloystir umleið hálvan desember og fara at halda jól heima. Tað gleða vit okkum til.
Tað segði skiparin á Hav Atlantic, Jacob Slyne, við sjómanstrúboðarin, sum síðsta leygarkvøld viðtjaði umborð, tá skipið lá og lossaði í Søldarfirði.
- Vit komu úr Norra við skervi og nevagróti, sum nú verður hivað upp í lastbilar og koyrt á goymsluna í Søldarfirði. Síðani fara vit til Týsklands og haðani upp til Husoya í Norra og síðan til Myre í Norðurnorra. So vita vit ikki enn hvat vit so skulu, sigur hann.
- At sigla við her, er eitt fantastiskt arbeiði. Reiðaríið er gott; so eg trívist sera væl.- sigur Jacob Slyne.
Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Nevnast kann, at sjómanstrúboðarin hevur borið jólapakkar umborð á 22 skip og pakkar til 11 skip í frálandavinnuni, eru bornir út til reiðaríini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald