Innanlands

Góði prísurin kemur væl við

- Prísurin á øllum fiskasløgum er góður í løtuni og tað kemur sera væl við, tí olja og øll onnur útgerð er dýrka, sigur Eyðstein Sørensen, skipari á frystilínuskipinum Pison

Eyðstein Sørensen og Símun í Vátutoft (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Eyðstein Sørensen og Símun í Vátutoft (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-06-24 10:11 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í dag landar frystilínuskipið Pison í Klaksvík, eftir at hava verið til fiskiskap undir Føroyum í seks vikur.

- Tað hevur verið smáligur fiskiskapur, tí vit hava uml. 150 tons av avhøvdaðum fiski í seks vikur. Tað er tó nakað tað sama í nøgd, sum túrin somu tíð í fjør.  Tað sigur skiparin Eyðstein Sørensen.

- Prísurin á øllum fiskasløgum er góður í løtuni og tað kemur sera væl við, tí olja og øll onnur útgerð er dýrkað, sigur hann.

- Vit hava smáar kvotur uttanfyri Føroyska landgrunnin, og tí er umráðandi fyri okkum, at brúkiligur fiskiskapur er á føroyagrunninum, sigur Eyðstein.

Pison skal á beding at smyrja botnin, áðrenn skipið fer aftur til fiskiskap.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder