Innanlands

Góður túrur har meginparturin var toskur

Jaspis og Ametyst landaðu í morgun góð 200 túsund pund. Skipini fara avstað aftur í kvøld

Jón Niklas Johannesen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Jón Niklas Johannesen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-04-16 19:33 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Hetta varð ein góður túrur. Vit hava verið úti í eina viku og landaðu í morgun góð 200 túsund pund, harav umleið 160 túsund pund var toskur. Vit royndu norður eysturi úr Fugloynni og lógu einsamallir í fleiri dagar.

Tað sigur Jón Niklas Johannesen, skipari á samtrolaranum Jaspis, sum samtrolar við Ametyst.

[object Object]Ametyst og Jaspis við bryggju í Havn (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Somu tíð í fjør gjørdu vit eisini góðar túrar eftir toski á somu leið. Tá var nógv nebbasild at síggja bæði í trolinum og í toskinum, men í ár hevur verið nógv minni av nebbasild at sæð, sigur Jón Niklas.

- Vit høvdu annars gjørt okkum út til at landa eftir páskir, og høvdu tí nógvan ís við. Men nú gjørdist fiskiskapurin so mikið góður, at skipini vóru nærum full, nú síðsti landingardagur var í dag, áðrenn páskir, sigur Jón Niklas Johannesen.

Teir fara avstað aftur í kvøld, og seks mans eru við hvørjum skipi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder