Uppsjóvarskipið Gøtunes loysti av Runavík seinnapartin í gjár, og fer nú á svartkjaftaveiðu.
Teir fóru beina kós suður á svartkjaftafeltið í altjóða sjógvi, har fleiri útlendsk skip eisini royna. Eisini Næraberg úr Klaksvík er ávegis á hetta fiskimarkið.
Gøtunes leitaði eftir sild norðanfyri í altjóða sjógvi, men eingin sild var at síggja, og tí komu teir inn.
Svartkjafturin hvørvur úr førpyskum sjógvi hesa árstíðina, men kemur aftur í føroyskan sjógv umleið hálvan apríl.
Sum nú er, sleppa føroysk skip ikki í ES sjógv at fiska svartkjaft, og tí verður fiskað í altjóða sjógvi 200 fjórðingar vestanfyri Írland.
Tróndur í Gøtu, sum hoyrir til sama reiðarí sum Gøtunes, Varðan, fer eisini á svartkjaftaveiðu fyrsta dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald