Innanlands

Gøtunes farin aftur til fiskiskap

Arbeiðið í dokkini á Skála varð nakað seinkað, og tí fór skipið ikki aftur til fiskiskap fyrr enn í gjár

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

2020-12-03 09:44 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes, sum seinastu vikurnar hevur verið í dokk á Skála, er nú farið aftur til fiskiskap.

Gøtunes loysti um 21 tíðina í gjárkvøldið, og sett kós móti svartkjaftafeltinum. Skipini royna bæði eystanfyri og sunnanfyri, og óvist var á hvørjari leið Gøtunes fór.

Svartkjaftafiskiskapurin byrjar nú at taka seg upp, eftir at hava verið í so smáligur seinastu tíðina.

Skipini hava eisini leitað eftir makreli, men har er einki at síggja í føroyskum sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder