Innanlands

Gøtunes fer nú aftur til fiskiskap

Uppsjóvarskipið hevur seinastu tíðina verið í dokk á Skála

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2020-11-23 06:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes fer væntandi úr dokkini í dag, og aftur til fiskiskap.

Seinastu tíðina hevur størsta og nýggjasta uppsjóvarskipið í flotanum, Gøtunes, verið í dokk á Skála, har ymiskt viðlíkahald er gjørt við skipið.

Gøtunes hevur gjørt nakrar svartkjaftatúrar í vestur áðrenn teir fóru í dokkina, har teir millum annað hava skift sink og smurt botnin, umframt at annað viðlíkahaldsarbeiði er gjørt við skipið.

Eftir ætlan skal Gøtunes úr dokkini seinni í dag, og fer nú aftur til fiskiskap.

Óvist er, um teir fara á makrel ella aftur á svartkjaftaveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder