2021-04-22 23:36
Uppsjóvarskipið Gøtunes kom mikudagin á Tvøroyri, har teir skuldu landa.
Gøtunes hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og høvdu teir umleið 1000 tons av svartkjafti við til lands, sum teir landaðu til Varðan Pelagic.
Fiskiskapurin hevur verið góður, og svartkjafturin varð heilfrystur á Tvøroyri.
Tá ið Gøtunes hevði landað fór skipið aftur á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald