Talan er um størstu nøgdina av fiski, sum nakrantíð er landað til virkið Havsbrún í Fuglafirði.
Gøtunes landaði fyrr í vikuni eina svartkjaftalast í Fuglafirði, sum var mett at viga 3400 tons, men tá ið avtornaði var lastin munandi størri enn væntað.
Talan var also um 3530 tons, also 130 tons meira enn hildið var upprunaliga, og hevur hendan lastin nú sett met í Fuglafirði.
Gamla metið átti íslendska uppsjóvarskipið Vilhelm Thorsteinsson, sum landaði 3409 tons av lodnu fyrr í ár í Fuglafirði.
Hetta er ikki fyrstuferð at Gøtunes setir met tá ið talan er um stórar nøgdir.
Í januar í 2020 landaði Gøtunes 3300 tons av svartkjafti í Killybegs í Írlandi, sum var størsta nøgdin, sum nakrantíð varð landað í Írlandi.
Túrin eftir setti skipið aftur met, hesaferð í Norra tá ið Gøtunes landaði 3400 tons av svartkjafti í Norra, og tók harvið metið hjá Slaaterøy.
Gøtunes er eitt av heimasins størstu uppsjóvarskipum, og klarar at lasta umleið 3600 tons til ídna meðan tá ið teir skulu landa til matna er nøgdin munandi minni.
Tá ið Gøtunes tók hini bæði metini hevði skipið navnið Gitte Henning 1, av tí at støða var ikki tikin til um skipið skuldi verða verandi í føroyska flotanum. Tó hevði skipið heimstað í Gøtu.
Varðin hevði keypt Gøtunes, av tí at Tróndur í Gøtu skuldi hava nýggj gir, og tí var navnið á skipinum ikki broytt, av tí at tað stóð í sáttmálanum at skipið kundi handlast aftur um tørvur var á tí.
Varðin seldi seinni sama ár Jupiter til Kollafjørð, og tí varð støða tikin til at hava Gitte Henning 1 verandi í flotanum, sum so fekk navnið Gøtunes.
Les eisini: Gitte Henning 1 tikið enn eitt met
Les eisini: Størsta lastin Gitte Henning hevur ført til lands
Les eisini: Video: Á makreltúri við Gitte Henning 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald