Innanlands

Gøtunes landað svartkjaft á Tvøroyri

Gøtunes hevur landað umleið 1500 tons av svartkjafti til Varðan Pelagic

Gøtunes (Savnsmynd)

Gøtunes (Savnsmynd)

2023-04-26 22:45 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes hevur landað umleið 1500 tons av svartkjafti á Tvøroyri.

Skipið hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.

Hjá Varðanum Pelagic, har Gøtunes hevur landað til, verður svartkjafturin heilfrystur.

Skipini hava góðan svartkjafta fiskiskap í løtuni. Fleiri skip hava boðað frá landing til Havsbrún í Fuglafirði, men tó eru nøkur skip eisini farin uttanlands at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder