2020-10-18 18:07
Uppsjóvarskipið Gøtunes kom í gjár á Tvøroyri, har teir skulu landa.
Teir hava verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og hava havt góðan fiskiskap hendan túrin.
Teir hava 1800 tons av góðari sild við til lands, sum teir landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri.
Sildin liggur um 410 gramm í miðal.
Tá ið liðugt er at landa, fara teir aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald