2020-10-24 09:39

Uppsjóvarskipið Gøtunes kom á Tvøroyri í morgun, har teir skulu landa.
Teir hava verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og hava 1800 tons av góðari sild við til lands, sum teir landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu.
Gøtunes slapp framat tá ið Finnur Fríði hevði landað sína sildalast, og aftaná Gøtunes skal Tummas T landa eina sildalast til Varðan Pelagic.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald