Innanlands

Gøtunes landar á Tvøroyri

Gøtunes hevur 1300 tons av makreli hendan túrin

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-08-17 22:34 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes kom á Tvøroyri í dag, har teir skulu landa.

Gøtunes hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi, og hevur hendan túrin fingið umleið 1300 tons av makreli.

Veiðan verður landað til Varðan Pelagic, og Gøtunes fer aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder