2021-11-19 13:20
Uppsjóvarskipið Gøtunes skal landa knapt 1600 tons av sild til Varðan Pelagic á Tvøroyri.
Gøtunes hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Gøtunes kom á Tvøroyri um middagsleitið í dag, og er væntandi aftur á sild tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald