2021-01-27 08:10
Uppsjóvarskipið Gøtunes kom seint í gjár á Tvøroyri, harteir skulu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og hava 850 tons av svartkjafti, sum teir landa til matna hjá Varðanum Pelagic.
Fiskiskapurin hevur verið hampiligur, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald