Innanlands

Gøtunes og Finnur Fríði landa svartkjaft á Tvøroyri

Gøtunes landaði fyrst, og høvdu teir umleið 1000 tons av svartkjafti

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

2020-12-14 19:41 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá Varðanum Pelagis ganga tey ikki hendur í favn í hesum døgum.

Uppsjóvarskipið Gøtunes kom leygarkvøldið á Tvøroyri inn við umleið 1000 tonsum av svartkjafti, sum teir landaðu til Varðan Pelagic.

Gøtunes hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og tá ið liðugt var at landa, fór Gøtunes aftur til fiskiskap eftir svartkjafti.

Aftaná Gøtunes skuldi Finnur Fríði landa.

Teir komu á Tvøroyri í morgun við 1000 tonsum av svartkjafti, sum teir eisini hava fiskað í føroyksum sjógvi.

Hjá Varðanum Pelagic verður svartkjafturin heilfrystur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder