2023-03-07 21:53
Uppsjóvarskipini, Gøtunes og Finnur Fríði, skulu landa yvir 3000 tons tilsamans í Fáskrúðsfirði í Íslandi.
Finnur Fríði átti tørn fyrst, og skal landa umleið 1500 tons av lodnu.
Aftaná eigur Gøtunes tørn, og hava teir 1650 tons av lodnu.
Skipini hava havt góðan fiskiskap. Skipini landaðu eisini lodnu í Fáskúrðsfirði um vikuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald