Innanlands

Gøtunes skal landa á Tvøroyri í kvøld

Gøtunes hevur 1300 tons av sild

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-28 06:42 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes skal landa til Varðan Pelagic í kvøld.

Teir hava fiskað sild undir Íslandi, og hava 1300 tons av góðari sild við til lands, sum teir skulu landa í kvøld.

Tá ið teir komu á Tvøroyri, landaði Tróndur í Gøtu sína sildalast, og sleppur Gøtunes framat um 19 tíðina í kvøld.

Tá ið liðugt er at landa, fara teir aftur á sildaveiðu.

Flestu føroysku skipini hava seinastu tíðina fiskað sild, av tí at makrel fiskiskapurin er minkaður niður í einki.

Skipini hava leitað í føroyskum og í norskum sjógvi, men uttan úrslit.

Í gjár hevði ein norskur bátur tó fingið makrel í ES sjógvi, men okkurt av skipunum hava longu fiskað makrelkvotuna í ES sjógvi fyri í ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder