2023-01-14 11:58

Føroysku uppsjóvarskipini fáa nógvan svartkjaft, og fyrrapartin kom Gøtunes á Fuglafjørð at landa til Havsbrún.
Hoyvík landar í løtuni, men eru um at vera lidnir, skrivar jn.fo.
Aftaná sleppur Gøtunes framat við sínum 3200 tonsum av svartkjafti. Teir hava seinastu dagarnar ligið í Runavík og bíðað.
Landsstýrismaðurin lýsti fyrr í vikuni kunngerð so føroysku skipini sleppa at landa uttanlands, men kortini veit jn.fo at siga, at bíðirøðin á Havsbrún er lang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald