2023-03-22 15:58
Avstralska tíðarritið Baird Maritime skýrdi í grein fríggjadagin grønu tvíkiljuna ”Grønarók” sum ársins arbeiðsbát 2022.
Grønarók, sum varð latin Bakkafrost í september í fjør, vann heiðurin sum ”Work Boat Best Small Fish Farm support vessel 2022”.
Í greinini verður nevnt at 100 prosent eldrivna tvíkiljan hjá Bakkafrost, sum er bygd í Føroyum, er sera virkisfør og effektiv. Nevnt verður eisini, at tvíkiljan liggur væl í sjónum er er bílig í rakstri og kann nýtast til ymiskar uppgávur, og hon hóskar sera væl til tað krevjandi umhvørvið og veðurlagið, sum hon fer at arbeiða í.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald