Innanlands

Grønanes skift navn til Smaragd

Trolarin hevur havt navnið Grønanes síðan 1986

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2020-09-16 21:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Trolarin Grønanes, sum hevur staðið á skipasmiðjuni hjá Mest í Havn seinastu tíðina, hevur nú fingið nýtt navn.

Trolarin eitur nú Smaragd, sum er eitt kent skipanavn, sum hevur hoyrt til Klaksvíkina seinastu árini.

Tað er JFK samtakið í Klaksvík, sum hevur átt Grønanes seinastu árini, og samtakið eisgur eisini ein trolara, sum hevur havt hetta navnið, men sum nú hevur skift navn til Slættaberg, sum aftur er eitt kent navn hjá samtakinum JFK.

JFK átti inntil fyrr í ár, eitt uppsjóvarskipið við navninum Slættaberg, sum JFK seldi til Russlands.

Hóast Grønanes nú skiftir navn til Smaragd, so skiftir trolarin ikki heimstað, og kemur framvegis at heimstað í Vestmanna, eins og hann hevur havt síðan hann bleiv bygdur í 1986.

[object Object] Mynd: Kiran Jóanesarson

[object Object]Mynd: Gamli Smaragd kallast nú Slættaberg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder