Fleiri skip fingu jólapakkar í gjár. Eitt teirra var grønlandski pelagiski trolarin Tasiialq.
Hann lá á Fuglafirði við umleið 800 tonsum av sild, sum skulu landast til Pelagos.
Manningin, sum telur 13, takkaði fyri pakkarnar og gleðast til jólaløtuna.
Ein teirra segði, at í fjør fingu teir eisini jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum. Hann fekk einar góðar ullintar føroyskar hosur, sum hann var sera fegin um. Hann hevði brúkt tær so mikið nógv, at tær vóru upp slitnar.
Hann visti sjálvsagt, ikki hvat hann fær í ár, men tað kundi gott verið einar hosur afturat, segði hann skemtandi.
Teir 8 mennirnir, umborð á grønlendska havrannsóknarskipinum Tarajoq, fingu eisini pakkar í gjár.
Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald