2023-08-03 21:32
Grønlendski trolarin Polar Princess landar í løtuni 950 tons av makreli í Kollafirði.
Polar Princess hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu í altjóða sjógvi.
Fyrr í vikuni landaði grønlendska verksmiðjuskipið Polar Amaroq 570 tons í Kollefirði. eisini høvdu teir landa eina minni nøgd í Fuglafirði.
Polar Amaroq er farin aftur á makrelveiðu.
Polar Amaroq (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald