Innanlands

Grønlendsk skip landa makrel í Kollafirði

Grønlendsku skipini fiska, eins og tey føroysku, makrel norðanfyri í altjóða sjógvi

Polar Princess (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Polar Princess (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-08-10 07:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendsku skipini Polar Princess og Svend C hava verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi.

Polar Princess landaði fyrst, og hevði skipið 900 tons av frystum makreli.

Tá ið skipið hevði landað riggaði skipið til at fara aftur á makrelveiðu.

Aftaná átti Svend C tørn, og skipið hevði 800 tons av frystum makreli og 150 tons av frystari sild. 

Fríggjadagin kemur grønlendska uppsjóvarskipið Polar Amaroq við einari makrellast, sum skal landast til frystigoymslurnar í Kollafirði.

[object Object]Svend C (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder