Innanlands

Grønlendsk skip sigla til Føroyar at landa

Polar Amaroq skal landa í Fuglafirði og í Kollafirði, meðan Polar Ammassak skal landa alla lastina í Fuglafirði

Polar Amaroq (Savnsmynd: Sigmund av Teigum)

Polar Amaroq (Savnsmynd: Sigmund av Teigum)

2026-08-01 21:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendsku uppsjóvarskipini Polar Amaroq og Polar Ammassak skulu landa sild og makrel í Føroyum.

Skipini hava verið til fiskiskap í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður. 

Polar Amaroq hevur umleið 1.000 tons, harav 600 tons er frys, meðan Polar ammassak hevur 1.300 tons av makreli og sild, sum skal landast til Pelagos. 

Grønlendsku uppsjóvarskipini partrola eftir makreli og sild norðanfyri í altjóða sjógvi, har fleiri grønlendsk og russisk skip royna í løtuni.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder