Innanlands

Grønlendski landsstýrisformaðurin á vitjan á Havstovuni saman við løgmanni

Har varð millum annað kunnað um samstarvið millum Grønland og Føroyar í granskingarhøpi, endaðar og núverandi verkætlanir, umframt at víst varð á framtíðar samstarvs- og granskingarmøguleikar

Grønlendski landsstýrisformaðurin var í Føroyum í sambandi við ríkisfund og nýtti tá høvið at vitja Havstovuna og kunna seg um tað samstarv, sum er millum grønlendskar og føroyskar granskarar innan virkisøkið hjá Havstovuni

Grønlendski landsstýrisformaðurin var í Føroyum í sambandi við ríkisfund og nýtti tá høvið at vitja Havstovuna og kunna seg um tað samstarv, sum er millum grønlendskar og føroyskar granskarar innan virkisøkið hjá Havstovuni

2022-06-14 16:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjardagin 10. juni var grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte Bourup Egede, á vitjan á Havstovuni saman við løgmanni, Bárði á Steig Nielsen.

Grønlendski landsstýrisformaðurin var í Føroyum í sambandi við ríkisfund og nýtti tá høvið at vitja Havstovuna og kunna seg um tað samstarv, sum er millum grønlendskar og føroyskar granskarar innan virkisøkið hjá Havstovuni.

Marita Rasmussen, stjóri greiddi frá virkseminum og endamálinum hjá Havstovuni og Hjálmar Hátún, granskari greiddi frá sínari gransking um havstreymar í Norðuratlantshavi og veðurlagsbroytingar.

Eisini bleiv kunnað um samstarvið millum Grønland og Føroyar í granskingarhøpi, endaðar og núverandi verkætlanir, umframt at víst varð á framtíðar samstarvs- og granskingarmøguleikar.

Havstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder