Uttanlands

Grønlendskur flakatrolari seldur til Íslands

Flakatrolarin varð upprunaliga bygdur til íslendingar í 1992

2018-10-22 14:47 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendski flakatrolarin Sisimiut, sum Royal Greenland hevur átt seinastu árini er seldur.

Tað er íslendska felagið Thorbjørn, sum hevur keypt flakatrolaran, sum upprunaliga varð bygdur til íslendingar.

Nýggju eigararnir eiga longu trolararnar Hrafn Sveinbjarnarson og Gnúpur umframt línuskipini Sturla, Hrafn and Valdimar.

Sisimiut verður handaður nýggju eigarunum komandi vár. Royal Greenland byggir í løtuni ein nýggjan Sisimiut, sum eftir ætlan skal latast Royal Greenland síðst í komandi ár.

Nýggi Sisimiut verður knappar 16 metrar longri enn núverandi Sisimiut

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder