Innanlands

Guds orð, bøn og signing við á leiðini

Ein løta við felagssangi, Guds orði, bøn og signing var á Vesturbúgvanum herfyri

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2024-07-19 17:44 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Tá skip koma í føroyska flotan, hevur siðvenja verið í mong ár, at andakt ella møti hava verið hildin umborð, áðrenn farið var til fiskiskap ella so skjótt tað lá fyri. Á skránni er vanliga felagssangur, Guds orð, bøn og signingin. Viðhvørt hevur solo- ella kórsangur eisini verið.

Ein tílík løta hevur verið umborð á nýggja Vesturbúgvanum, har manningin og umboð fyri eigarar og reiðarí vóru við. Tað var ein góð løta við góðum drekkamunni og prátið aftaná.

Jú, tað er bæði gott og neyðugt at fáa Guds orð, bøn og signing við á leiðini. Og so til seinast gomlu føroysku heilsanina: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

Sangurin, ”Eg má hava Jesus við mær” var sungin til seinast. Fyrsta ørindi og niðurlagið ljóða soleiðis:

Eg má hava Jesus við mær,

ganga eina kann eg ei.

Eg má vita hann er hjá mær,

og at hann mær lýsir leið.

Niðurlag:

Í hans fylgi har er trygt,

har mín sál er uttan frykt; 

glaður í hans spor eg stígi;

øll mín vón á hann er bygd.

Gud signi og varðveiti sjófólkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder