Innanlands

Gulllaksafiskiskapurin byrjaður

Gulllaksafiskiskapurin er skotin í gongd, og fyrsta parið er farið til fiskiskap sunnanfyri Føroyar, meðan hini bæði rigga til

Polarhav og Stjørnan (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Polarhav og Stjørnan (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-04-03 18:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu árini hava trý pør fiskað føroysku gulllaksakvotuna, og í ár er einki undantak.

Talan er um pørini Polarhav og Stjørnuna, Eysturbúgvan og Vesturbúgvan umframt Skoraberg og Fuglberg.

Fyrsta parið, Polarhav og Stjørnan, er longu byrjað at fiska gulllaks, meðan hini bæði rigga til.

Kvotan er hækka við 6.000 tonsum í 2022

Í 2021 var føroyska gulllaksakvotan 12.000 tons, men í ár er hon hækka við 6.000 tonsum, so hon í ár er 18.000 tons.

Pørini Polarhav og Stjørnan og Skoraberg og Fuglberg hoyra til Kósina í Klaksvík, har skipini eisini landa fast, og síðan verður gulllaksurin koyrdur í bilum til Tavuna í Leirvík, har gulllaksurin verður framleiddur. Tó verður ein partur av gulllaksinum landaður í Kollafirði hjá Faroe Pelagic.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin plaga sum oftast at landa gulllaksin á Toftum. Teirra veiða verður eisini koyrd í bilum til Tavuna í Leirvík.

[object Object]

Vesturbúgvin og aftanfyri liggur Eysturbúgvin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]Skoraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]Fuglberg (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder