Innanlands

Gunnar Nielsen gevst sum fíggjarstjóri í Bakkafrost

Hann heldur fram í starvinum til nýggjur fíggjarstjóri er settur

Samtaksleiðslan í Bakkafrosti. Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, Regin Jacobsen, forstjóri, og Gunnar Nielsen, fíggjarstjóri (Savnsmynd: Jógvan Hugo Gardar)

Samtaksleiðslan í Bakkafrosti. Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, Regin Jacobsen, forstjóri, og Gunnar Nielsen, fíggjarstjóri (Savnsmynd: Jógvan Hugo Gardar)

2019-01-13 19:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya størsta fyritøka skal finna nýggjan fíggjarstjóra. Gunnar Nielsen, sum hevur verið fíggjarstjóri í Bakkafrosti síðani 2014 hevur sagt seg úr starvi.

Hetta skrivar Bakkafrost í stuttari fráboðan í kvøld.

Bakkafrost hevur góðkent uppsøgnina, og fer nú í holt við at finna nýggjan fíggjarstjóra.

Gunnar Nielsen hevur játtað at halda fram í Bakkafrost til nýggjur fíggjarstjóri er settur soleiðis, at skiftið verður lættari.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder