Innanlands

Hagstovan: Fiskavøruútflutningurin vaksin nærum sjey prosent

Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgum veksur, meðan útflutningsvirðið á laksi, fóðri, lýsi og fiskamjøli er lakari

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2025-12-21 15:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum november 2024 til oktober 2025 útfluttu Føroyar fyri 13,2 milliardir krónur, góðar 750 milliónir - ella seks prosent - meira enn undanfarnu 12 mánaðirnar.

Fiskavøruútflutningurin var 12,5 milliardir, sum er ein vøkstur á 790 milliónir - 6,8 prosent.

Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgum veksur, meðan útflutningsvirðið á laksi, fóðri, lýsi og fiskamjøli er lakari, skrivar Hagstovan.

Útflutningsvirðið á laksi minkaði 185,4 milliónir krónur.

Samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar minkaði samlaða útflutningsvirðið á laksi við 3,1 prosentum, meðan nøgdin vaks 13,2 prosent.

Útflutningsvirðið á makreli er vaksið yvir 857,3 milliónir krónur - ella 78,7 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við nærum 30 prosentum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder