Uttanlands

Hamranes og Breiðanes dagførast í Danmark

Parið úr Hvalba skal dagførast í Thyborøn í Danmark, og verða ikki í vinnu aftur fyrr enn síðst í august

Hamranes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Hamranes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-03-20 06:57 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Hamranes og Breiðanes skulu dagførast á skipasmiðjuni í Thyborøn.

Eitt nú skulu partrolararnir skifta høvuðsmotorar, spøl og ísmaskinu umframt, at skipini eisini skulu gera aðrar dagføringar og pussast upp.

Talan er um eitt sera drúgt og stórt arbeiði, sum skal gerast við partrolararnar, sum ikki fara aftur í vinnu fyrr enn síðst í august.

Høvuðsmotorarnir eru í dag MAN B&W Alpha 1203HK / 885KW og nýggju motorarnir vera tveir ABC motorar, sum eru eitt sindur størri og munandi meira orkusparandi enn teir núverandi.

Arbeitt hevur verið við at skifta parið út við eitt nýggjari og størri par, men ringt er at finna slíkar á marknaðinum, og at byggja nýtt verður ov dýrt til tað grundarlagið, sum reiðaríið hevur í dag. Tí valdu eigararnir heldur at dagføra skipini í Danmark.

Hamranes og Breiðanes eru bygdir í Polandi í 1990, og fingu upprunaliga nøvnini Polarhav og Stjørnan.

Tá ið táverandi eigararnir fingu nýtt par handað úr Íslandi tíðliga í hesi øldini, fingu partrolararnir nøvnini Vestursøki og Vesturleiki, og síðani Borgarin og Navarin áðrenn parið fekk heimstað í Hvalba.

Tað er felagið TG Fish, sum eigur parið, og eigur eisini trolaran Steintór og ein stóran part í uppsjóvarskipinum Arctic Voyager.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder