Innanlands

Hans Petur Djurhuus vann lutakastið

Fríggjadagin var árliga lutakastið um 12.500 kronur millum teirra, sum hava latið fiskamerkir inn til Havstovuna

(Mynd: Hav.fo)

(Mynd: Hav.fo)

2024-11-16 11:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin var árliga lutakastið um 12.500 kronur millum teirra, sum hava latið fiskamerkir inn til Havstovuna farna árið, og í ár var tað Hans Petur Djurhuus av Strondum, sum vann lutakastið.

Merkti fiskurin var ein bankatoskur, sum var merktur 7. oktober 2023. Fiskurin varð fingin aftur 1. august 2024, á Føroyabanka við ”Fiskivarða”. Fiskurin varð latin inn til Havstovuna tann 13. august 2024.

Í ár var lutakastið á Havstovuni í Havn. Eilif Gaard, lívfrøðingur, tók tann vinnandi seðilin, og Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór rætt fram, skrivar Havstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder