2022-07-12 18:50
Í meira enn tveir mánaðir hevur strandfaraskipið Hasfjord ligið við bryggju í Havn við breki, men fer í morgin aftur í sigling.
Skipið fekk 10. mai eitt traktordekk um skrúvuna í Skopun, og hevur ligið síðani.
Hasfjord hevur ligið hjá Mest skipasmiðjuni í Havn, sum hevur roynt at fingið hendur á einari nýggjari kobling. Koblingin kom til landið fyri einum mánað síðani, og tillagingar eru gjørdar.
Strandfaraskipið fer aftur í sigling í morgin mikudagin sambært ferðaætlan fyri leið 85.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald