2019-01-25 15:35
Seinnapartin hevur Varðin Pelagic móttøku fyri starvsfólkum, kundum og øðrum, nú virkið verður tikið alment í nýtslu.
Virkið er bygt upp aftur síðani stóri eldurin herjaði á virkinum summarið 2017.
Mynd: Sverri Egholm
Hóast virkið ikki hevur verið heilt liðugt, so hevur verið framleitt síðani í september, og skip hava landa og avreitt. Men nú er so mikið klárt, at móttøka verður seinnapartin, har rundvísing eisini verður.
Jupiter, Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði liggja við bryggju á Tvøroyri.
Móttøkan, sum byrjar klokkan 16.30 er fyri innbodnum gestum, og eini 300 fólk vera við.
Vit hava myndir seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald