2023-01-04 21:51
Leygardagin klokkan 13 verður hátíðarløta á Glyvrum í sambandi við at nýggi brunnbáturin Bakkafossur kemur til landið.
Bakkafossur setti kós móti Føroyum úr Istanbul jólaaftan, og er í kvøld staddur í Norðurfjørðinum millum Noðurírland og Skotland.
Nýggi brunnbáturin hjá Bakkafrosti er væl betri útgjørdur og størri enn Hans á Bakka, sum varð bygdur í 2015.
Bakkafossur er 109 metrar langur, 22 metrar breiður, og hevur sjógvtangar upp á 7.000 rúmmetrar umframt tangar upp á 3.000 rúmmetrar til feskvatnsviðgerð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald