2026-05-15 16:10
Hav Atlantic var størsta skipið hjá reiðarínum Navigare Shipping í Runavík.
Av tí at Navigare Shipping er í eini tilgongd at endurnýggja flotan, og fýra nýggj skip eru ávegis er neyðugt at selja av eldra partinum av flotanum, sigur reiðaríið í viðmerking.
Fyrsti nýbygningurin verður yvirtikin um ein góðan mánað - 24.juni.
Hav Atlantic kom í føroyska flotan í mai í 2015, og hevur nú fingið heimstað í Írlandi.
Hvat skipið er selt fyri vita vit ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald