Grønlandska havrannsóknarskipið Tarajoq hevur ligið á Hulki síðani síðst í november.
Fríggjadagin 10. januar fer skipið til Ørskov, skipasmiðjuna í Frederikshavn í Danmark.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina. Tá fekk hann eisini eitt prát við skiparan, Jákup Garðshorn Mikkelsen.
Uppá fyrispurning um hvat gerast skal við skipið í Frederikshavn, svaraði hann:
- Har skal ein minni ljósmotorur setast í, sum vit koma at nýta tá vit liggja við bryggju. Harafturat skulu ymiskar smáar ábøtur gerast, sum hava ligið á lánið, síðani skipið var nýtt. Tá arbeiðið er liðugt síðst í februar, skal skipið til Hirtshals, har tað kemur at liggja til í mars.
- 25. mars fara vit úr Hirtshals, og skulu í umleið fimm vikur gera kanningar fyri týsku havrannsóknarstovuna. Eitt av teirra skipum hevur trupuleikar, og teir byggja nýtt, men tað kemur ikki fyrr enn um 2-3 ár. So vónandi fáa vit fleiri leigusáttmálar við teir, sigur Jákup Garðshorn Mikkelsen.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Hvørjar kanningar skulu tit gera fyri teir?
- Vit skulu gera kanningar av gýtandi makreli og rognkanningar í Beskajavíkini og vestanfyri Írland. Partur av kanningini er at vita, hvussu nógv kemur undan av gýtingini, sigur hann.
Hvussu hevur skipið roynst nú tað hevur verið í vinnu í trý ár?
- Tarajoq hevur riggað sera væl. Vit gera tær vanligu yvirlitstrolingarnar og aðrar uppgávur fyri grønlandsku havstovuna (Naturinstituttet), sum Paamiut, gamla skipið eisini gjørdi. Harafturat kunnu vit gera kanningar av pelagiskum fiskasløgum, sum gamla skipið ikki kundi. Nú gera vit eisini lodnu- og makrelkanningar í Eysturgrønlandi, sigur hann.
- Hetta er eitt tøkniliga framkomið skip og tí eru fyrispurningar um leigu ymsastaðni frá. Týskarar leiga skipið aftur seinni í ár til toskakanningar í Eysturgrønlandi. Kanadiar leiga skipið til kanningar norðaliga í Kanada og so leiga amerikanarar skipið til kanningar innanfyri Tasilaq í Eysturgrønlandi. Har kanna teir árin av veðurlagsbroytingum. So samanlagt kemur skipið at verða útleiga í 92 dagar í ár, sigur Jákup Garðshorn Mikkelsen.
Teimum umborð á Tarajoq, og sjófólkinum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitslu og gott nýggjár í Harrans navnið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald