- So langt, eg kann minnast, havi eg havt áhuga í bátasmíði. Abbi mín, Engelbreth Hansen, í Fuglafirði var bátasmiður; og tá eg, sum smádrongur, var og vitjaði hann, var eg altíð saman við honum. Eg royndi at hjálpa til og hugdi, hvussu hann gjørdi.
Tað sigur John Høgnesen í Norðragøtu.
- Fyrst í 1990-unum vaknaði áhugin av álvara aftur fyri bátasmíði, tá kappróðrafelagið í Leirvík skuldi hava nýggjan bát. Tá smíðaði abbi Leirvíking til okkara, og eg var nógv saman við honum ta tíðina. Síðani tá havi eg smíðað nógvar modellbátar, men tað bleiv ikki til nakran stóran bát, sigur hann.
- Í 2018 skuldi kappróðrafelagið hjá Eysturkommunu hava eitt nýtt fimmmannafar, sum Sámal Hansen smíðaði. Í 2020 bað kappróðrafelagið aftur Sámal um at smíða ein nýggjan bát. Hann hevði nógv at gera, so tann bátin kundu vit ikki fáa, fyrr enn í 2023, sigur John.
- Eg eri ótolin av lyndi, so eg spurdi Sámal, um eg kundi hjálpa honum at smíða ein og harvið læra av tí. Tað var gamaní. Sámal ringdi hvørja ferð, hann smíðaði, og eg var, at kalla, hvørja ferð, um ikki allar tímarnar. Eg lærdi nógv og sá eisini, at amboðini vóru broytt og betur, enn tá eg hjálpti abba á sinni. Sámal var góður lærumeistari, sigur John.
- Síðan fór eg í gongd við at smíða, og hetta er fjórði bátur, eg smíði. Eg havi smíðað tveir kappróðrabátar til felagið í Eysturkommunu og ein til kappróðrafelagið á Strondum. Hendan, eg smíði nú, er eitt vanligt fýramannafar, sum skal á lutaseðil hjá Kiwanis, sigur hann.
Nevnast kann, at John smíðar í frítíðini og heldur til í einum fyrrverandi bilverkstaði í Norðragøtu og hevur fleiri bátar í umboði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald